Mentan

Klintrimús aftur á goymslu

Filmurin fekk áhugan fyri upprunabókini og bakibókini at økjast so nógv, at eingi eintøk vóru eftir á goymslu

2024-12-04 17:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Klintrimúsfepur var um alt landið í heyst, tá ið filmurin um Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum varð sýndur á føroyskum.

Fleiri vildu hava serstøku upplivingina við heim, og tí gekk klassikarin hjá norska rithøvundinum og teknaranum Thorbjørn Egner sum heitt breyð í bókahandlum kring landið. Eisini vóru fleiri, ið ognaðu sær Bakibókina í Vallbakkaskóginum við leskiligum uppskriftum, góðum ráðum og stuttligum myndum.

Bøkurnar báðar hava selt so væl, at eingi eintøk vóru eftir á Bókamiðsøluni, og eisini á hillunum í bókahandlunum er farið at tømast.

Men nú, tað stundar til jóla, eru Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum og Bakibókin í Vallbakkaskóginum aftur á goymslu hjá Bókamiðsøluni! So nú fara bókahandlarnir kring landið aftur at hava nógvar av hesum sera væl umtóktu bókunum til sølu.

[object Object]
Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum kom á fyrsta sinni út á føroyskum í 1979 og bleiv seinast endurútgivin í 2019. Eyðun Johannessen týddi.

[object Object]
Bakibókin í Vallbakkaskóginum kom út í 2019, og Una Poulsen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bøkurnar út. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder