Innanlands

Kliptu nummarspjøldur í nátt

Løgreglan hevur fingið langan lista yvir bilaeigarar, sum eru í eftirstøðu fyri falnan vegskatt ella trygging

2023-10-24 08:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan hevur í nátt verið úti við einum lista yvir bilaeigarar, sum eru í eftirstøðu fyri falnan vegskatt ella trygging.

Listin er langur, og í nátt vórðu nummarspjaldur skrúvað ella klipt av sjey bilum. Hetta var alt í Suðurstreymoy.

Í samband við hetta átakið, avdúkaði løgreglan eisini eitt barn, sum sat óbundið í einum bili. Bilførarin fær klipp í koyrikortið umframt bót.

Í gáramorgunin var løgreglan til staðar við Skúlan á Fløtum við skúlabyrjan fyri at kanna ferðsluna. Tað gleðiliga við hesi hending var, at ongin sak varð skrivað.

Hinvegin vóru hópin av børnum, sum fekk ókeypis endurskin frá politistunum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder