2021-04-26 13:21

Tilsamans 2.441 koppsetingar vórðu gjørdar á teimum trimum sjúkrahúsunum um vikuskiftið.
2.198 fólk fingu fyrru koppsetingina, meðan 343 fólk fingu seinnu koppsetingina.
Tilsamans 18.298 koppsetingar eru nú gjørdar í Føroyum, skrivar corona.fo. 12.748 hava fingið fyrru koppsetingina, meðan 5.546 hava fingið seinnu koppsetingina, og eru sostatt liðugt koppsett.
Tað svarar til, at 24 prosent – næstan ein fjórðingur – av fólkinum í Føroyum hava fingið fyrru koppsetingina, meðan 10,4 prosent eru liðugt koppsett.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald