Við 859 tilburðum í gjár, koma vit upp um 10.000 koronutilburðir í Føroyum í 2022. Ítøkiliga eru 10.548 kanningar, sum hava víst positivt úrslit við koronu, síðani 1. januar.
Tað er næstan 20 prosent av fólkatalinum.
Tíbetur gerast tey flestu frísk aftur rættiliga skjótt, og í gjár vórðu 635 staðfest frísk aftur eftir at hava verið positiv við koronu. Í løtuni eru tilsamans 4.690 fólk positiv.
Eingin er innlagdur av koronu, meðan ein persónur er innlagdur í Sjúkrahúsverkinum við koronu, men av aðrari orsøk.
4.028 koronukanningar vórðu gjørdar í gjár. Sjúkrahúsverkið hevur upplýst, at hvør kanning, sum verður gjørd á teirra kanningarstøðum kostar umleið 200 krónur. Siga vit, at 3.500 kanningar eru gjørdar av Sjúkrahúsverkinum, kostaði dagurin í gjár 700.000 krónur. Fólk rinda sjálvi fyri kanningar við landamarkið og hjá privatu kanningarstovuni Thetis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald