Sp/f Knassar, sum rekur Portalin og lýsingaskipanina Vevlýsingar, hevur fingið nýggjan stjóra. Bárður Kass Nielsen, sum hevur verið partur av felagnum umframt nevndarformaður seinastu árini og kennir felagið væl, er blivin stjóri.
Hetta er ásannandi, at felagið er blivið stórt og tað krevur nógva orku at reka. Niklái Nysted heldur fram í felagnum, og við leiðslubroytingini kann hann hugsavna seg um nýggjar verkætlanir sum eru í gongd, umframt víðarimenning.
Nýggj nevndarforkvinna er Ingvør Dalbø Mikkelsen. Hon hevur sitið í nevndini síðani Sp/f Knassar yvirtók Portal.fo í 2013.
P/F Varðin eigur 50 prosent, meðan Niklái Nysted og Jón Nysted eiga hvør síni 25 prosent í Sp/f Knassum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald