Sum nakað heldur ørðvísi, hevur Visit Runavík, í samstarvi við Gunvá Justinussen av Glyvrum, ment tilboðið "Knit with a local". Tilboðið er ætlað vitjandi gestum úr øllum heiminum sum koma til Runavíkar, og tilboðið fekk veruliga lugt undir veingirnar undir vitjanini av stóra ferðamannaskipinum Zuiderdam seinasta leygardag.
Á Facebookvanganum hjá Runavíkar havn stendur at lesa, at gestirnir, sum vóru úr ymsum londum, vóru ovurfegnir, tá teir eftir at hava vitjað heima hjá Gunvá og bundið í nærum 2 tímar, fóru umborð á skipið aftur.
- Við tilboðnum "Knit with a local", fáa ferðafólkini høvi at vitja eitt føroyskt heim og læra at binda við føroyskum tógvi. Soleiðis fáa tey vitjandi ein part av okkara mentan umframt eina veruliga uppliving við sær heimaftur, skrivar Runavíkar havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald