Mentan

Knút við nýggjari plátu

“Hjartasláttur” fær góð ummæli bæði herheima og uttanlands

(Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré)

(Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré)

2023-12-12 09:10 Author image
Innsent
placeholder

Tónleikarin Knút Háberg Eysturstein er kendur úr nógvum ymsum samanhangum. Fyri fyrstu ferð í 10 ár er hann nú aftur aktuellur við plátuútgávu í egnum navni.

Talan er um fjórðu plátuútgávuna hjá Knúti, ið ber heitið “Hjartasláttur” og er nýliga útkomin á plátufelagnum Tutl.

Plátan Hjartasláttur fær góð skoðsmál. Sambært franska miðilinum ExtravaFrench er Hjartasláttur eitt “rørandi meistaraverk, ein hásongur til lívið, kærleikan og avbjóðingarnar í eini ævigt umbroytiligari verð. Plátan er eitt rámandi prógv um evnini hjá Knúti at flætta ymsar tónlistaligar træðrir til tess at skapa ein ríkan og bergtakandi vevna.”

Heimligu skoðsmálini eru eisini góð. Birkblog skrivar um plátuna, at “Hjartasláttur er ein fulfíggjað ferð og uppliving. Ein LP, sum tað æt í døgunum hjá Absurdy Fair. Við húsanum í hondunum, tekstinum at lesa og upplýsingar um, hvør spælir við og hevur skipað fyri. Á okkara egna máli, tað er ikki ein sjálvfylgja.”

Í ummæli av útgávukonsertini hjá Knúti við bólki í Reinsarínum hóskvøldið 7. desember, skrivar Ári Rouch:

“Vit hava tískil verið mong, sum hava glett okkum til heildarútgávuna, og hevur hon tíbetur livað væl og virðiliga upp til vónirnar. Ársins heildarútgáva í 2023 spyrt tú meg. Vælskrivað løg, tekstir og Regin Dahl tulkingar, alt ílatið framúr framleiðslu.”

Níggju sangir eru á plátuni “Hjartasláttur”. Knút eigur øll løgini og tekstir til seks av sangunum. Umframt egnu tekstirnar hevur Knút sett løg til tríggjar yrkingar hjá Regin Dahl (1918-2007). “Hjartasláttur” er útkomin sum LP og sum talgild útgáva. Listina á plátuhúsanum hevur Bruno Mikael Eysturstein skapað, meðan Gwenael Akira Helmsdal Carré tók fotomyndir og Uni Árting sniðgav.

Knút hevur sjálvur framleitt tónleikin á útgávuni, meðan Benjamin Petersen hevur co-framleitt, upptikið og ljóðblandað saman við Per Ingvaldi Højgard Petersen í Rúmi 43 í Hoydølum. Daniel Bacigalupi mastraði í Infrasonic Sound í Nashville.

Tónleikarar á plátuni eru Per Ingvaldur Højgaard Petersen á trummum, Torleik Mortensen á bassi, Mattias Kapnas á klaver og synth og Jón Festirstein á violin og viola. Kórsangarar eru Dorthea Højgaard Dam, Ingrid Højgaard Petersen, Jensia Højgaard Kjærbæk, Jóhanna Sofía Petersen og Óluva Dam Ísheim.

Knút hevur verið ein miðsavnandi figurur á føroyska tónleikapallinum síðani aldarskiftið. Hann hevur verið við á yvir 20 ymiskum tónleikaútgávum, spælt í fleiri ymsum bólkum og verkætlanum, og hevur áður útgivið tríggjar plátur í egnum navni. Tær eru “Havsglóð” (Tutl, 2004), “The Desert Holds A Flower” (Tutl, 2009) og “On High” (Tutl, 2013). Umframt at vera sangari, sangskrivari og tónleikari, er Knút eisini tónleikafrøðingur og PhD lesandi í tónleikaútbúgving á Fróðskaparsetri Føroya.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder