Mentan

Kóboykex og Brimheim skulu við til stóra tónleikastevnu í Niðurlondum

Eurosonic Noorderslag er á skránni í Groningen í februar. - Hetta er ótrúliga spennandi. Tað er aftur eitt prógv um, at vit hava nógva, góða dygd í Føroyum, og at tað verður lagt merki til okkum, sigur Glenn Larsen, leiðari í FMX

- Hetta er higartil størsti møguleiki, sum okkara bólkur hevur fingið. Eurosonic er størsti sonevndi ídnaðarligi tónleikafestivalurin í Europa, sigur Kóboykeks (Mynd: Per á Hædd)

- Hetta er higartil størsti møguleiki, sum okkara bólkur hevur fingið. Eurosonic er størsti sonevndi ídnaðarligi tónleikafestivalurin í Europa, sigur Kóboykeks (Mynd: Per á Hædd)

2022-11-29 21:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hetta er ótrúliga spennandi. Tað er aftur eitt prógv um, at vit hava nógva, góða dygd í Føroyum, og at tað verður lagt merki til okkum. Fyrr hava vit havt sjey bólkar og einstaklingar á Eurosonic Noorderslag, tey 26 árini, festivalurin hevur verið. Nú hava vit tvey sama árið. 2023 byrjar við øðrum orðum væl, og vit hava haraftrar heili fýra nøvn á skránni til Trondheim Calling bara nakrar vikur eftir Eurosonic.

Hetta sigur Glenn Larsen, leiðari í FMX (Faroe Music Export), í samband við at tað verður kunngjørt, at Kóboykex og Brimheim verða við á Eurosonic Noorderslag í januar (ESNS) 2023 í Niðurlondum.

Eurosonic Noorderslag, ella Eurosonic, sum tað mest verður stytt til, er ein stór stevna, ið hevur verið í Groningen í Niðurlongum hvørt ár síðani 1996. Festivalurin hevur verið á stórum og miðalstórum spælistøðum ymsastaðni í miðbýnum í Groningen í fýra dagar í senn, og mong halda hana vera tann týdningarmesta av sínum slag í Europa, skrivar FMX. Serliga tá ið talan er um livekonsertir.
 
- Umframt konsertirnar verður ein víðfevnd ráðstevna við 150 kunnigum pallborðum, aktuellum orkaskifti og høvuðsrøðarum, umframt hópin av góðum netmøguleikum. 

[object Object]

Tey, ið fyrireika festivalin, upplýsa sjálvi, at tey draga meira enn 40.000 fólk til sín um árið, herímillum meira enn 4.000 professionell tónlistaaktørar og heilar 400 festivalar. Ígjøgnum árini hava nøvn sum Aurora, Sam Smith, Wet Leg, James Blake, girl in red og fleiri onnur spælt fyri einum altjóða konsertskara í Groningen - øll  tíðliga á síni yrkisleið.
 
- Tað hevur verið eitt sera gott og innihaldsríkt ár hjá føroyskum tónlistafólkum, tá ið tað ræður um altjóða pallar. Ongantíð fyrr hava Føroyar sett so stórt fótafar í Europa yvirhøvur, skrivar FMX

Annar bíleggingarstjórin hjá Eurosonic Noorderslag, Oskar Strajn, er esini rættililga hugtikin av tilgongdini í Føroyum:

- Vit eru spent til at vera vertir fyri bæði Brimheim og Kóboykex á ESNS 2023. Tey bæði tónlistanøvnini gera veruliga vart við seg á altjóða tónleikapallinum og hava uppiborið at verða í brennideplinum á Eurosonic. Vit eru spent at síggja avrikini úr Føroyum tey næstu árini.
 
Kóboykex gleðir seg eisini rættiliga nógv og sambært Sigmundi Zachariasen og Heiðriki á Heygum, verður hetta størsta uppgávan hjá bólkinum higartil.

-
Vit eru heilt uppi at koyra um at sleppa at framføra á Eurosonic 2023. Hetta er higartil størsti møguleiki, sum okkara bólkur hevur fingið. Eurosonic er størsti sonevndi ídnaðarligi tónleikafestivalurin í Europa. Vit í Kóboykex gleða okkum øgiliga.

Eurosonic Noorderslag er á skránni frá 18. til 21. februar 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder