Mentan

Køkar og list í somu framsýning

Aubo Køkar hjá Krosstein sýna fram list í køksframsýningini

2023-01-30 18:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í løtuni er møguleiki at njóta myndlist hjá mynslistamanninum Regini Jørgensen í einum handilshølum á Hálsi í Havn.

Talan er um handilin AUBO køkar, sum er ein partur av virkseminum hjá Krossstein á Hálsi.

- Góð list setur dám á rúmi sum hon stendur í, og er við til at kveikja hugflogið og at byrja áhugaverdu samrøðurnar okkum menniskju millum. Listin hjá Regini megnar júst hetta. Við hansara áhugaverdu list, megnar listamaðurin at taka okkum inn í ein heim, ið lýsir okkara samfelag, fólk, bý- og bygd, ið er tíðarfest og tó, vekir okkara egnu kenslur og minnir.

- Í Føroyum eiga vit nógv dugnalig listafólk. Tað hevur tí týdning, at hesi fáa høvi til at vísa teirra list fram. List hoyrir ikki bert heima í einum listaskála – hon fær satt lív, tá ið hon kemur út í heimini og júst hetta ger tað til eitt gott høvi, at útstilla list í eini framsýning.

- Vit hava lagt dent á, at hava eina flotta framsýning ið gevur íblástur til tey, sum leita eftir nýggjum køki. Tað gevur tí góða meining fyri okkum, at fáa føroysk listafólk at vísa teirra list fram í okkara framsýning , sigur Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttir innrættingsarkitektur og køksrágevi hjá AUBO køkum.

Hetta er ein royndarverkætlan, sum AUBO køkar ger, har málið er at samantvinna vinnu og list í eini roynd at gagnnýta tað ríka tilfeingi, sum okkara samfelag hevur at bjóða, á henda hátt gerast vit øll ríkari.

Gjørligt er at síggja listaframsýningina á Falkavegi 6, í bygninginum hjá Krosstein. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder