Innanlands

Kókitilmæli fyri Argjavegin stendur við

Í morgun vóru smáar nøgdir av koliformum bakterium í vatninum út eftir Argjavegnum. Leitað verður áhaldandi eftir orsøkini til dálkingina, og møguliga verður neyðugt at klora vatnið aftur, sigur Tórshavnar kommuna

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-11-02 12:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú er næstan ein mánaður síðani, at bakteriur fyrst vórðu staðfestar í vatninum í vesturbýnum í Havn og á Argjum.

Fríggjadagin vístu kanningar, at bakteriur enn vóru í vatninum á strekkinum frá Rættargøtu og út til bátahylin á Argjum, og nýgjastu kanningarúrslitini, sum vórðu tøk í morgun, vísa, at bakteriur enn eru í vatninum.

Í morgun vóru smáar nøgdir av koliformum bakterium í vatninum út eftir Argjavegnum. Fýra royndir vórðu tiknar, og var bakteriutalið úr 1 og upp í 8 pr. 100 ml av vatni, skrivar Tórshavnar kommuna.

Leitað verður áhaldandi eftir orsøkini til dálkingina, og møguliga verður neyðugt at klora vatnið einaferð enn.

Kommunan kunnar áhaldandi um støðuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder