Hósdagin letur nýggj matstova upp heima í Havn, tá ið fólkini handan KOKS lata dyrnar upp fyri roks støkkupp í hølunum hjá Fútastovu. Roks støkkupp er bara opin í eitt avmarkað tíðarskeið.
- Roks er ein avslappað matstova við denti á føroyskar rávørur av hægstu góðsku. Matskráin hevur fimm rættir við møguleika fyri at keypa ymsar ískoytisrættir, sigur Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur í Roks.
Umframt vanligu matstovuna verður eitt serligt roks vínborð, ið er eitt øki, har gestir kunnu detta inn á gólvið og njóta eitt glas av víni og lekkrar munnbitar. Karin Visth hevur sett saman vínlistan við yndisvínunum frá seinastu nógvu árunum á KOKS.
- Umframt vínlistan verða eisini útvaldar fløskur úr vínkjallaranum á skránni, og hesar skifta dag fyri dag. Eisini fæst serliga KOKS-ølið, roks Kokkteylar og heimagjørdir, alkoholfríir leskidrykkir og okkara egna Kombucha, sigur Karin Visth, víntænari í Roks.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald