Fyri viku síðani varð staðfest, at matstovan Koks frammi við Gjónna varðveitti sínar tvær Michelin stjørnur, og nú eisini hevur fingið eina grøna stjørnu fyri at matgerða burðardygt.
Men Michelin-stjørnur hava ongantíð verið málsetningurin hjá Koks, í hvussu so er ikki eigaranum, Johannesi Jensen. Hinvegin hevur tað frá byrjan verið eitt mál at koma á listan yvir tær 100 bestu matstovurnar í heiminum.
Enn er hetta tó ikki eydnast.
Listin, sum metir um bestu matstovurnar í heiminum er enskur, og eitur The World’s 50 Best Restaurants, og hóast hann kallast 50 tær bestu, so eru 120 matstovur á listanum.
Nú snýr spenningurin seg um, hvørt Koks kanska er við á listanum fyri 2020, sum verður kunngjørdur í summar.
Men hóast Koks ikki er við, so kann føroyska matstovan longu nú breggja sær av at vera komin á ein tignarligan lista hjá júst The World’s 50 Best.
Heimasíðan hjá The World’s 50 Best kunngjørdi herfyri hvørjar tær níggju matstovurnar í heiminum eru, sum eru bestar, tá tað snýr seg um matstílin, ið verður kallaður New Nordic.
Tað eru matstovur, sum arbeiða eftir norðurlendska matmanifestinum, sum m.a. Leif Sørensen og Gundur Fossdal vegna Føroyar vóru við til at orða í 2004.
Og her er Koks millum tær níggju.
Ongin vissa er kortini um, at tað gevur pláss millum tær bestu matstovurnar at vera millum tær níggju bestu innan New Nordic.
Níggju norðurlendskar matstovur eru millum tær 120 bestu matstovurnar í heiminum á listanum, ið varð kunngjørdur í juni í fjør. Men bert fýra teirra, donsku Noma, Geranium og Relae og norska Maemo eru við á New Nordic listanum.
Tær fimm New Nordic-matstovurnar, sum annars verða umrøddar, eru Koks, Ora í Helsinki og Credo í Tróndheimi og so tvær, ið liggja uttan fyri norðurlond, Inua í Tokyo og Aska í New York.
Um Koks skrivar theworlds50best.com:
- Hetta er ein ferðamáls-matstova í sínum reinasta formi. Fjarskotin í Føroyum við endan á einum runutum vegaspori, ganga gestirnir framvið teimum vørum, tey skulu eta um kvøldið. Siðbundin teknikkur – salting, royking, ræsing, turking – verður brúktur til matvørurnar, sum einans finnast í Føroyum. Ein av bestu verðunum, ræsað feitt av lambi (tað má vera garnatálg, -red.), smakkar eins og væl ligin blámuostur. Í veruleikanum, føroyska málið hevur seks orð fyri ymisk stig av ræsing; enskt, hinvegin, hevur eittans.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald