Síðani 2019 hevur matstovan Koks havt tvær Michelin-stjørnur, og aftur í kvøld varð staðfest at tey gera tað gott. So gott, at matstovan varðveitti báðar virðismettu stjørnurnar.
Michelin-stjørnurnar fyri 2023 vórðu býttar út, og millum tær matstovur við tveimum stjønum var aftur í ár føroyska matstovan við fyribils adressu í Grønlandi.
Tvær stjørnur verða latnar matstovu, sum er verd at koyra ein umveg fyri at sleppa til.
Hetta er annað árið, at Koks heldur til í Grønlandi, men sum skilst er ætlanin at koma aftur til Føroya í 2024 ella 2025.
Eins og í fjør, eru matstovurnar Ræst og Roks, sum halda til í Gongini heima í Havn, við í Michelin-guidini, men uttan at fáa stjørnu. Tær verða viðmældar.
Les eisini: Dokumentarur: Ruðuleiki tá Koks skuldi lata upp
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald