2024-10-30 15:30
Kollafjarðartunnilin verður stongdur aftur í kvøld frá klokkan 22.
Hetta skrivar Landsverk á heimasíðu sínari. Meira arbeiði er at gera, og harvið er sum útgangspunkt stongt fyri ferðslu.
Hetta millum klokkan 22 mikudagin 30. oktober til klokkan seks í morgin, hósdagin 31. oktober.
Ferðslan verður leidd ígjøgnum annað hvønn tíma.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald