Uttanlands

Kølnar alsamt meira millum Ísrael og Turkaland

Erdogan hevur hótt við at fara í herna í Ísrael, og tí vil uttanríkisráðharrin í Ísrael, Israel Katz, hava Turkaland tveitt út úr NATO

Turkland er eitt av teimum 32 limalondunum í NATO. Ísrael er ikki við har, men er tó eitt av londunum, sum leingi hevur verið eitt samstarvsland hjá hernaðarfelagsskapinum. Erdogan hevur samanborið Benjamin Netanyahu við Hitler og samskiftir við Hamas-leiðarar, sum turkiski forsetin stuðlar (Mynd: EPA)

Turkland er eitt av teimum 32 limalondunum í NATO. Ísrael er ikki við har, men er tó eitt av londunum, sum leingi hevur verið eitt samstarvsland hjá hernaðarfelagsskapinum. Erdogan hevur samanborið Benjamin Netanyahu við Hitler og samskiftir við Hamas-leiðarar, sum turkiski forsetin stuðlar (Mynd: EPA)

2024-07-30 14:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri at steðga tí meiningsleysu viðgerðini, sum ísraelsmenn geva palestinum, fer Turkland møguliga inn í Ísrael við hermegi.

Nakað soleiðis segði Recep Tayyip Erdogan sunnudagin.

Forsetin í Turkland hevur ikki krógva sínar kenslur fyri Ísrael, og hvat landið er í gongd við at fremja í Gaza. Í desember samanbar Erdogan ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu við Adolf Hitler, tá hann segði at framhátturin hjá Netanyahu ikki var petti øðrvísi enn hjá nasistiska einaræðisharranum.

Erdogan hevur eisini áður víst leiðarunum í Hamas sín fulla stuðul og er samskifti millum Turkaland og teir.

Nýggja útsøgnin hjá turkiska forsetanum er ikki fallin í góða jørð í Ísrael. Altjóða tíðindastovur vísa í dag til eitt tíðindaskriv frá ísraelska uttanríkisráðharranum.

Har vísir Israel Katz á, at hóttanin hjá Erdogan um álop eigur at vera nóg mikið til, at Turkaland verður útihýst úr NATO.

Turkland er eitt av teimum 32 limalondunum í NATO. Ísrael er ikki við har, men er tó eitt av londunum, sum leingi hevur verið eitt samstarvsland hjá hernaðarfelagsskapinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder