
Tilsamans 6.084.962 krónur komu inn tá Krabbamansfelagið í samstarvi við Norðurlandahúsið og Kringvarp Føroya skipaðu fyri landsinnsavningini “Føroyar móti krabba” leygarkvøldið.
Síðst í sendingini leygarkvøldið varð nevnt, at 5,7 milliónir vórðu komnar inn, men nú boðar Krabbameinsfelagið so frá, at smáar 350.000 krónur komu inn afturat, eftir at myndatólini vórðu sløkt.
- Vit eru sera fegin um góða stuðulin, og takka øllum tónleikarum, listafólkum, feløgum, fyritøkum, sjálvbodnum og einstaklingum, sum við hjálpsemi, tænastum, pengagávum og á annan hátt stuðlaðu okkum. Ein serlig tøkk fer til allar teir mongu skúlaflokkarnar og lærarar teirra, sum við stórum ágrýtni og hugflogi skipaðu fyri innsavningartiltøkum kring landið, og megnaðu at savna størstu upphæddina til felagið, sigur Krabbameinsfelagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald