Innanlands

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið: Uppskotið hjá Pedagogfelagnum var einsíðað

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið harmast um avgerðina hjá Føroya Pedagogfelagið um at lýsa arbeiðssteðg og sigur seg vera sinnað at samráðast aftur. Ongar samráðingar eru avtalaðar millum partarnar

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið harmast um, at Føroya Pedagogfelag lýsir 24 tíma arbeiðssteðg á kommunalu vøggustovunum heldur enn at arbeiða við at finna eina semju, ið allir partar kunnu taka undir við (Mynd: kaf.fo)

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið harmast um, at Føroya Pedagogfelag lýsir 24 tíma arbeiðssteðg á kommunalu vøggustovunum heldur enn at arbeiða við at finna eina semju, ið allir partar kunnu taka undir við (Mynd: kaf.fo)

2021-06-01 16:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin 21. mai legði Semingsstovnurin eitt uppskot fyri Føroya Pedagogfelagið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum. 

Pedagogfelagið vrakaði hetta semingsuppskotið. Síðani hava partarnir ikki verið við borðið, men 26. mai sendi Føroya Pedagogfelag arbeiðsgevarunum eitt uppskot til semju - eitt uppskot, ið Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í skrivi seinnapartin skýrir einsíðað og sum einamest tekur støði í upprunakrøvunum hjá felagnum.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum skrivar, at felagið, eins og Fíggjarmálaráðið, er sinnað at samráðast við  men útgangsstøði skal takast í semingsuppskotinum, sum Semingsstovnurin legði fyri partarnar 21. mai 2021.

- Kommunala Arbeiðsgevarafelagið kann ikki taka undir við einum uppskoti um semju, sum er gjørt av einum av pørtunum, og sum ikki leggur upp fyri ynskjunum hjá arbeiðsgevarunum. Tað skal viðmerkjast, at ein semja er tað, sum partarnir gerast samdir um, og ikki eitt einsíðað skjal frá øðrum partinum, sum í stóran mun bert inniheldur upprunakrøvini hjá øðrum partinum.

Samstundis harmast felagið um, at Føroya Pedagogfelag lýsir 24 tíma arbeiðssteðg á kommunalu vøggustovunum heldur enn at arbeiða við at finna eina semju, ið allir partar kunnu taka undir við.

Anita Fuglø, leiðari í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, sigur tað hava stóran týdning, at starvsfólkini á dagstovnaøkinum hava góðar umstøður at arbeiða undir, og at tey trívast. Hon vísir á:

- Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag hava umrøtt hesi viðurskifti. Partarnir hava arbeitt við at orða eitt protokollat viðv. hesi áseting í sáttmálanum, og ynskti Kommunala Arbeiðsgevarafelagið við protokollatinum at lýsa, hvat skal til fyri at leggja til rættis dagliga arbeiðið á dagstovnaøkinum og at kanna, um sáttmálin skapar neyðugu karmarnar hjá leiðarum á dagstovnaøkinum, at leggja til rættis námsfrøðiliga arbeiðið á dagstovnunum 

Víst verður eisini á, at kommunalu arbeiðsgevararnir í komandi sáttmálaskeiði skulu arbeiða við at lýsa viðurskiftini viðvíkjandi fyrireiking av dagliga arbeiðinum á dagstovnaøkinum, harundir at greiða nærri frá ítøkiligu uppgávunum, sum koma undir fyrireiking og tíð til annað arbeiði. Eisini skal kannast, um sáttmálin skapar hóskandi karmar hjá leiðarum á dagstovnaøkinum til skipan og eftirmeting av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovnunum.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vil fegið fáa eina semju, men semjan má taka støði í tí semingsuppskoti, ið Semingsstovnurin hevur lagt fyri partarnar, endar KAF skrivið við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder