Innanlands

Pedagogfelagið vrakað semingsuppskotið

Kortini verður ikki verkfall enn

(Savnsmynd: Tórshavnar kommuna)

(Savnsmynd: Tórshavnar kommuna)

2021-05-21 18:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroya Pedagogfelag hevur í dag boðað Semingsstovninum frá, at vit vraka semingsuppskotið. Orsøkin er, at uppskotið ikki vísir ein vilja at loysa stóru avbjóðingarnar við starvsfólkatroti á námsfrøðiliga økinum.

- Vit fóru undir samráðingarnar við tí í huga, at tryggja okkara limum nøktandi arbeiðsumstøður, soleiðis at starvsfólk ikki kenna seg noydd at gevast, og soleiðis at ung fólk fáa hug at gerast námsfrøðingar. 

- Arbeiðsumstøðurnar hava fylt nógv í allari tilgongdini, eisini nú undir semingini. Men semingsuppskotið ger einki fyri at bøta um umstøðurnar. Heldur ikki fíggjarligi parturin er nøktandi. Vit máttu tí staðfesta, at um vit veruliga vilja, at fólk skulu velja námsfrøðina til, ber ikki til at góðtaka uppskotið, sigur Pedagogfelagið.

Kommunala arbeiðsgevarafelagið sigur, at lønarhækkanin í semingsuppskotinum var á støði við tað, ið onnur feløg hava fingið. Talan var um lønarhækkan, sum hevði komið øllum limum tilgóðar, harímillum námsfrøðingum, hjálparfólkum, námsfrøðiligum atstøðingum o.ø.

Eisini sigur Kommunala arbeiðsgevarafelagið seg hava strekt seg langt fyri at fáa semju millum partarnar.

Pedagogfelagið hevur seinnapartin boðað frá, at tað enn ikki verður. talan um nakað verkfall.

- Sáttmálin hjá okkum fór úr gildi 1. oktober í fjør. Tí er støðan sjálvandi ikki haldbar. Vit velja tó ikki nøkur stríðsstig enn, tí vit enn hava eina vón um, at arbeiðsgevararnir eisini skilja, at ein trupulleiki bert veksur, um hann verður útsettur til næstu ferð, sigur Pedagogfelagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder