2020-03-11 13:53
Tórshavnar kommuna heitir nú á foreldur um at lata vera við at senda børnini í skúla við ókeypis Bussleiðini í býnum.
Tað er corona-hóttanin, sum er orsøkin. Ístaðin mælir kommunan foreldrini til at koyra tey í skúla ella lata børnini ganga, har tað ber til.
- Bussarnir eru vanliga fullir um morgnarnar og fyri at forða fyri, at ov nógv børn eru savnað tætt saman á einum stað, verður mælt til, at foreldur og avvarðandi koyra børnini í skúla, tá ið tað ber til. Og tá ið umstøðurnar loyva tí, verður rátt til at fara gongu, ljóðar áheitanin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald