Tórshavnar kommuna eigur nógvar húsaognir í býnum, harav eisini fleiri, sum høvdu verið væl egnað til at halda ein tíðindafund fyri føroyskum fjølmiðlafólki. Kortini valdi kommunan at fara út í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum, tá borgarstjórin og trivnaðarstjórin í dag kunnaðu um støðuna í høvuðsstaðnum, nú landið spakuliga letur uppaftur eftir korona-stongsulin.
Annika Olsen, borgarstjóri, váttaði á fundinum, at orsøkin til at fundurin varð hildin í Kongshøll, deils var fyri at stuðla hotell- og matstovusamtakinum Gist & Vist, sum rekur Kongshøll, ið eisini verður brúkt sum auditorium hjá Fróðskaparsetrinum.
Upp á fyrispurning svaraði Annika Olsen, at orsøkin til at Kongshøll varð brúkt var deils fyri at stuðla Gist og Vist, men eisini deils, tí tey vildu brúka Kongshøll, sum er ” eitt fantastiskt og rúmsátt høli, har møguleiki er fyri at sita spjatt”.
Umframt borgarstjóran og borgarstjóran og tvey starvsfólk hjá kommununi, møttu trý fjølmiðlafólk upp til tíðindafundin fyrrapartin. Harumframt var eitt umboð frá ÍSF og so tvey starvsfólk hjá felagnum AVlux, sum stóð fyri stroymingini og ljóðstýringini inni í Kongshøll.
Tíggju fólk tilsamans, og tí hevði ikki verið nakar trupulleiki at hildið neyðugu frástøðuna í til dømis Reinsarínum, Auluni í Finsen, posthúskjallaranum, onkrum av skúlunum í býnum ella kanska eisini í býráðssalinum. Men, sum skilst, hevði tað eisini týdning hvussu tiltakið tók seg út í stroymingini.
Annika Olsen viðgekk, at kommunan hevur onnur høli, sum kundu verið brúkt, men vildi í hesum føri brúka Kongshøll.
Sigast skal, at tað er Tórshavnar havn, ið eigur og hevur staðið fyri innrættingini av Sjóvinnuhúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald