![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í gjár boðaði løgmaður frá, at kommunurnar nú fara at skipa virðsemið soleiðis, at øll børn kunnu koma aftur á stovn.
Men hetta verður ikki galdandi longu frá mánadegnum. Tað boðar Føroya Kommunufelag frá á heimasíðu síni í dag.
Í eini kunning, sum er send út til limakommunurnar verður mælt til, at børnini framhaldandi verða skipað í smærri bólkar. Eisini verður mælt til, at børnini í so stóran mun sum møguligt eru uttandura, og at tey ikki øll eru á stovuni samstundis.
Arbeitt verður við at dagføra vegleiðingarnar saman við Koronaráðgevingini, og nýggja vegleiðingin verður væntandi klár í komandi viku, skrivar Kommunufelagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald