Tað var spennandi og til tíðir krevjandi at rógva túrin tvørtur um Atlantshavið úr Suðurportugal til Suðuramerika. Góðir 3700 fjórðingar eru lagdir afturum, og í kvøld komu menninir umborð á árabátinum Rose í land í Franska Gujana. Ein av monnunum er Livar Nysted úr Hvannasundi.
- Lagið er gott. Seinasta samdøgrið var vátt og hart við nógvum vindi og toru. Streymurin førdi okkum skeivan veg, men vit komu fram í øllum góðum, sigur Livar Nysted, tá vit frætta frá honum í kvøld, nú klokkan er farin beint av midnátt her. Í Franska Gujana eru tey fýra tímar aftanfyri okkum í Føroyum.
Merkið veitrar á Rose
Túrurin byrjaði 4. mars úr Suðurportugisiska býnum Portimao, og fyrstu dagarnar sigldu teir framvið Afrika og løgdu at landi í Kanariuoyggjum og í Grønhøvdaoyggjum. Í Grønhøvdaoyggjum ætlaðu teir at fáa mera vatn umborð og onkran eykalut fyri síðani at seta beina kós móti Suðurafrika
Hetta gekk tó ikki sum ætlað, tí orsakað av koronahóttanini var sýtt teimum at fara í land at bunkra vatn, og nokaðu teimum eisini at fara víðari. Teir fingu tó bunkrað vatn til endans, og tað eydnaðist at sníkja seg avstað.
Tá teir høvdu 900 fjórðingar eftir tann 12. apríl leyp ein hávur á róðrið, og oyðilegði tað. Restina av túrinum vóru teir uttan róður, og hetta gjørdi ferðina nakað truplari. Maturin var eisini við at ganga undan, men við at veiða úr sjónum kláraðu teir at fáa mettuna.
Nú Livar Nysted og hinir umborð komu í land, spurdu vit hvussu hann var nøgdur við buldraliga túrin. Hvannasundsmaðurin letur væl at.
- Ótrúliga væl nøgdur, tað var sera spennandi og til tíðir krevjandi, men alt í alt ein góður túrur, sigur Livar Nysted.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald