- Tá vit fóru úr Portugal í byrjanini av mars mánaði, høvdu vit kanska hoyrt um korona. Vit kundu ferðast sum vit vildu, og ongar avmarkingar vóru av teirri orsøk. Nú vit komu í land í Suðuramerika, er heimurin blivin ein heilt annar – tað kennist undarligt.
Soleiðis sigur Livar Nysted úr Hvannasundi, sum í gjár kom fram til Cayenne í Franska Gujana eftir at hava róð í 54 dagar tvørtur um Atlantshav. Á ferðini gjørdu teir fyrst ein stuttan støðg á Kanariuoyggjum fyri at gera onkra minni umvæling og í Capo Verde har teir fingu vatn umborð.
Á Capo Verde merktu teir til broytta heimin, tí teir sluppu ikki í land, og tað var um reppið at teir máttu leggja til brots aftur uttan at hava fingið vatn umborð.
Sleppa undan sóttarhaldi
Nú hava teir klárað størstu avbjóðingina, strekkið yvir um Atlantshav. Og tíbetur fingu teir ikki somu óvinarligu móttøku, sum teir upplivdu í Capo Verde.
- Av tí at vit hava verið umborð so leingi, so sluppu vit undan at fara í sóttarhald, tá vit komu í land í gjár, greiðir Livar frá.
- Men tað var eitt sindur undarligt tað heila. Tá vit komu til hotellið, stóð ein maður fyri okkum, og sum nakað heilt náttúrligt, rættu vit hondina fram fyri at heilsa. Men hann var skjótur at siga okkum, at tað mátti hann ikki. Ja – vit skulu venja okkum við, at gerandislívið er rættiliga nógv broytt síðan vit løgdu frá landi, sigur Livar.
Einsamallir á hotellinum
Í Cayenne hava teir við vælvild fingið loyvi at vera á einum hotelli. Einum hotelli, sum annars er stongt og afturlatið orsaka av korona-tiltøkunum.
- Her eru ongi fólk til arbeiðis. Alt er lukkað av. Men vit sleppa at vera her og hava fingið atgongd til køkin, so vit kunnu gera okkum mat, greiðir Livar frá.
- Tá vit eru úthvíldir í morgin, fara vit oman aftur á bátin fyri at rigga hann av, og vaska hann. Her er rættiliga strangt við hvussu vit kunnu ferðast. Vit hava fingið at vita, at vit sleppa oman á bátin, sleppa til handils at keypa, og sleppa út at renna ein túr, um vit hava tørv á tí. Hvørja ferð vit skulu út, skulu vit útfylla eitt pappír so vit kunnu vísa myndugleikapersónum hvørji ørindi okkara eru, greiðir Livar frá.
Enn veit Livar onki um, hvussu tað verður at sleppa úr landinum og yvir um Atlantshav til Evropa aftur.
- Í løtuni vita vit einki. Tað eru ikki nógv flogfør, sum flúgva hiðani til Evropa. Men okkurt er helst, og so mugu vit finna útav, um vit kunnu koma við, so man onkursvegna kann finna ein fart heim til Føroyar og familjuna aftur.
Les eisini: Gott at sleppa at sova í turrari song aftur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald