Frekir tjóvar hava stolið kongskrúnuna og veldiseplið hjá svenska konginum, Karl kongi níggjunda og eisini krúnuna hjá drotning hansara, skrivar dr.dk.
Stuldurin hendi í dómkirkjuni í Strängnäs á alljósum degi í gjár, og higartil hevur tað ikki eydnast løgregluni at finna spor av gerningsmonnunum. Tjóvarnir eru sæddir rennandi frá dómkirkjuni oman á ein bát, ið lá bundin nærhendis kirkjuna.
Karl 9. var kongur frá 1604 til 1611. Tá kongurin og seinni drotning hansara, Kristina, doyði, vórðu tey jarðað saman við krúnum sínum. Hesar vórðu seinni tiknar úr grøvunum aftur, og sýndar fram í trygdarskápum úr glasi í dómkirkjuni, skrivar dr.dk.
- Eg var ikki sjálvur í kirkjuni, tá stuldurin fór fram, men eg havi skilt tað soleiðis, at tvey fólk hava oyðilagt trygdarskápið, og tey hava rikið nakrar av lutunum, men ikki allar, við sær, sigur Christofer Lundgren, ið er prestur í kirkjuni.
Sambært einum talsmanni hjá svensku løgregluni er ikki gjørligt at virðismeta stolnu lutirnar.
- Lutirnir eru so sjáldsamir, at tað ikki er møguligt at seta tal á hvussu nógv teir eru verdir, sigur Thomas Agnevik frá løgregluni.
Ein av gitingunum hjá løgregluni er, at talan er um bílagt arbeiði, og at tjóvarnir sostatt hava ein keypara til stolnu lutirnar.
Kongskrúnan er gjørd úr gulli og skrýdd við tinnum ella fjallakrystalli. Krúnan við sínum skreyti hevur stórt virði og verður mett av vera á høgum listarligum støði, sigur Christofer Lundgren, sambært TT-tíðindastovuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald