Uttanlands

Kongur tekur ímóti nýggju stjórnini fyrrapartin

21 ráðharrar eru í nýggju stjórnini, og ikki óvæntað halda Mette Frederiksen og Lars Løkke Rasmussen fram sum ávikavist forsætisráðharri og uttanríkismálaráðharri

Fyrrapartin tekur kongur ímóti nýggju stjórnini á Amalienborg (Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix)

Fyrrapartin tekur kongur ímóti nýggju stjórnini á Amalienborg (Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix)

2026-06-03 08:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er kunngjørt, hvørjir ráðharrarnar eru í nýggju stjórnini hjá Sosialdemokratunum, Sosialistiska fólkadflokkinum, Moderatunum og Teimum radikalu.

Mánakvøldið varð boðað frá, at nýggj stjórn verður skipað í Danmark, og klokkan níggju tekur Fríðrikur kongur ímóti nýggju stjórnini á Amalienborg, har nýggir ráðharrar formliga skulu tilnevnast av kongi, skrivar DR.

Áðrenn hetta hittast ráðharrar í forsætismálaráðnum, og seinni í dag, klokkan 10.45 tekur kongur ímóti fráfarandi stjórnini.

Ráðharrarnir í nýggju stjórnini telja 21, sum er færri enn í fráfarandi stjórnini, sum hevur 25.

Les eisini: Ókeypis tannrøkt, mvg-frítøka og ókeypis bussar til ung

DR hevur fingið nøvnini á nýggju ráðharrunum, og greitt er m.a., at Mette Frederiksen, forkvinna hjá Sosialdemokratunum heldur fram sum forsætisráðharri, og at Lars Løkke Rasmussen formaður hjá Moderatunum heldur fram sum uttanríkismálaráðharri.

Pia Olsen Dyhr, forkvinna í Sosialistiska fólkaflokkinum verður búskapar- og innanríkismálaráðharri, og formaðurin hjá Teimum Radikalu, Martin Lidegaard verður vinnumálaráðharri.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder