Mentan

Konsert fyri deyv og tey, sum hoyra

Serlig konsert við íslendska bólkinum Art Across Ensemble verður í Norðurlandahúsinum 25. august

2023-08-17 11:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vit uppliva tónleik gjøgnum aðrar sansir enn hoyrisansin. Ein uppliving av tónleiki kann eisini vera gjøgnum titringar av einum djúpum bassi ella at síggja fólk dansa.

25. august kl 17 bjóðar Norðurlandahúsið eina øðrvísi konsert, sum er ætlað øllum – bæði deyvum, hoyriveikum og fólki við vanligari hoyrn. Konsertin er gjørd soleiðis, at upplivingar eru bæði til kenslusans, sjón og hoyrn.

Íslendski bólkurin Art Across Ensemble hevur skipað og lagt til rættis konsertina úr frá samrøðum við deyv, hoyriveik og fólk við vanligari hoyrn.

Bólkurin ferðast í Norðurlondum við konsertum og verkstovum, har fólk, ið duga væl teknmál og onnur áhugað á staðnum, kunnu luttaka og skapa list saman við listafólkunum. Endamálið er at kanna og seta spurnartekn við fordómar og við, hvat vit halda tónleik vera, og hvussu tónleikur skal upplivast, og – ikki at gloyma – eisini at seta teknmál á dagsskránna. 

Konsertin er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding á nlh.fo

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder