2022-10-15 14:51
Sunnukvøldið, 16. oktober, fær Kórið í Christianskirkjuni aftur áhugaverda kórvitjan.
Hesaferð er tað Sct. Nicolajs drenge- og mandskor, undir leiðslu av Hedvig Dobias, sum kemur á vitjan.
Kórið í Christianskirkjuni leggur fyri við nøkrum løgum, síðani framførir Sct. Nicolajs drenge- og mandskor verk eftir m.a. G.F. Händel, César Franck, Carl Nielsen, bert fyri at nevna nakrar.
Konsertin endar við stórum felagskóri á uml. 70 sangarar, har bæði kórini í felag framføra sálmin "Nu falmer skoven trindt om land".
Fólkakirkjan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald