Mentan

Konsert í Hoyvíkar kirkju

Fríggjadagin 11. august kl. 20 fer orgulleikarin Ari Hammer Joensen at hava konsert

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-08-10 20:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ari hevur seinastu árini gingið í Tórshavnar Musikkskúla og fekk organistprógv og eisini miðnámsprógv fyrr í ár.

Seinastu árini hevur Ari eisini spælt til fleiri sera áhugaverdar konsertir og verið organistur í fleiri ymiskum kirkjum kring landið. Millum annað hevur hann regluliga spælt í Argja kirkju og í Vesturkirkjuni. Í vár var Ari til upptøkuroynd og nú er Ari klárur at fara undir víðari lesnað á Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn.

Konsertin fríggjadagin verður seinasta konsertin, sum Ari fer at hava her heima í Føroyum, áðrenn hann byrjar lesnað í Danmark. Eftir konsertina verður høvi at heilsa upp á Ara og ynskja honum góða eydnu við lesnaðinum.

Á skránni verða orgulverk av:

Nikolaus Bruhns Preludium og fuga í G dur

Léon Boëllmann Suite Gothique I. Introduction - Choral II. Menuet gothique III. Prière à Notre-Dame IV. Toccata

Johann Sebastian Bach Toccata, Adagio og fuga í C dur

Jógvan Waagstein Paraphrasa fyri orgul

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder