 
                
            Í dag, longsta dag, verður forkunnug konsert við Páll Brim í Klaksvík.
Konsertin, sum er í samstarv millum Varpið og Summartónar, verður á Skúlatrøð í Klaksvík klokkan 20. Atgongumerki verða til keyps við dyrnar.
Páll Brim hevur verið virkin innan tónleik frá heilt ungum aldri. Tað var tó fyrst saman við bólkinum Danny & the Veetos í 2013, at Páll byrjaði at skriva egin løg. Í 2020 gav hann sína fyrstu solo EP út, ‘Starting Over’. Í 2021 sang hann nýggja sangin hjá Steintór
Rasmussen ‘Góð Góð Góð’, og í 2022 gav hann út staklagið ‘Void of my Soul’.
Allir sangirnir hava verið nógv at hoyra í føroyska útvarpinum. Sangirnir hjá Páll kunnu best lýsast sum ein blanding av John Denver & Fountains of Wayne.
Páll Brim (sang, akustiskan gittar)
 Brynjar Olsen (elektriskan gittar, kór)
 Jón Eliassen (tangentar, kór)
 Búi Højgaard (bass, kór)
 Harald Fonsdal (trummir)
 
                
     
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald