Mentan

Konsert við Tarira í Hátúni

Syngja nýggjari og eldri verk hjá okkara fremstu tónaskøldum – og nøkur afturat 

2022-09-14 09:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyri góðum mánaði síðani, var kórið Tarira á stuttari konsertferð í Reykjavík har kórið m.a. luttók við einari konsert í Hørpu á árligu mentanarnáttini. 

Leygardagin 17. septembur kl 17 verður høvi at hoyra somu konsertina í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla. 

Á hesi konsertini syngur kórið fyri tað mesta føroysk kórverk, og talan er um eina fjølbroytta samanseting av nýggjari og einstøkum eldri verkum, sum okkara fremstu tónaskøld hava skrivað. Afturat teimum føroysku kórverkunum fer kórið eisini at framføra eitt lítið úrval av yndisverkum eftir tónaskøldini Arvo Pärt úr Estlandi og Jaakku Mäntyjärvi úr Finnlandi. Kórleiðari er Bernharður Wilkinson.

Konsertin varir ein lítlan tíma og atgongumerki  fáast á atgongumerki.fo ella við dyrnar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder