2022-10-15 10:50
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í løtuni er Taulov kirkes pigekor í Føroyum m.a. fyri at vitja Gøtu Kirkju Ungdómskór, og í hesum sambandi hava kórini eina felags konsert seinnapartin.
Á konsertini, sum verður í Gøtu kirkju klokkan 16.30, verða tað gestirnir sum sleppa mest framat við sínum sangi, men Gøtu Kirkju Ungdómskór fer eisini at framføra nakað av tí, sum kórið arbeiðir við í løtuni, og er hetta eisini fyrsta framførslan hjá fleiri nýggjum kórlimum, skrivar kórið í tíðindaskrivi.
Taulov kirkes pigekor er eitt gentukór, sum oftast syngur til gudstænastur, men tó hevur kórið eisini havt fleiri konsertir gjøgnum árið.
Til konsertina seinnapartin fer kórið m.a. at framføra:
- Pie Jesu, eftir Andrew Lloyd Webber
- Jubilate Deo, eftir Nancy Cobb
- Lyse nætter Arr. Philip Faber
- Carl Nielsen: "Potpourri over danske sange" Arr. Lasse Toft Eriksen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald