2022-06-25 18:06
Í morgin, sunnudagin 26. juni klokkan 16 verður konsert við Tórshavnar Kamarkóri í Christianskirkjuni í Klaksvík.
Kórið fer síðst í juni á kórferð til Íslands, í samband við luttøku á Nordklang festivali ið verður hildin í Reykjavík 29. juni - 2. juli. Skráin á konsertini sunnudagin verður tann sum kórið fer at framføra á konsert í Reykjavík, skrivar Fólkakirkjan á heimasíðuna.
Á skránni eru millum annað verk eftir Kára Bæk, Trónda Bogasyni, Paula í Sandagerði, Anne Mette Greve Klemensen, Sámal Matras, umframt at framførd verða verk sum kórið hevur vant seinasta árið.
Kórleiðari er Bernharður Wilkinson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald