Sangbólkurin Theatre of Voices við Paul Hilliard sum leiðara og blokkfloytuleikarin Michala Petri hava hesa vikuna verkstovu saman við Kingobólkinum í Tjørnuvík.
Tey fara at hava tvær konsertir, har estiskur, danskur, føroyskur, íslendskur og grønlandskur tónleikur er á skránni. Á konsertini fara tey bæði at syngja og spæla saman og hvør fyri sær – alt eftir hvat tey finna útav á verksstovuni. Á skránni er eisini nýtt verk av Sunleif Rasmussen og hann verður eisini við á verkstovuni.
Konsertin er partur av verkætlan har tónleikararnir samarbeiða við lokalum tónleikarum í Norðurlondum.
Fyrra konsertin verður í Tjørnuvíkar kirkju mikukvøldið kl. 19.30. Hósdagin 1. august kl. 19.30 verður konsert í Hoyvíkar kirkju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald