Longu fyrradagin byrjaðu Týskland, Italia og Frakland aftur at koppseta við koppingarevninum hjá AstraZeneca, og m.a. Portugal, Holland, Kyprós, Lettland, og Litava hava boðað frá, at koppsetingin við hesum koppingarevninum verður tikin uppaftur í komandi viku, skrivar Ritzau.
Seinastu vikurnar eru fleiri lond givin at brúka koppingarevnið hjá AstraZeneca orsakað av, at fleiri eru vorðin innløgd við blóðtøppi, eftir at tey eru vorðin koppsett við hesum koppingarevninum.
Nú hevur eisini Finnland boðað frá, at tey steðga við at koppseta við AstraZeneca, og hini norðurlendsku londini hava enn ikki tikið koppsetingina við AstraZeneca uppaftur.
Í Danmark varar steðgurin fyribils til 25. mars, og síðani verður støðan eftirmett.
Hósdagin segði evropeiski heilivágsmyndugleikin, EMA, at koppingarevnið hjá AstraZeneca er trygt at brúka, og tað er hendan niðurstøðan, sum hevur fingið fleiri lond at taka koppsetingina uppaftur.
Les eisini: EMA um AstraZeneca: Tryggari at koppseta enn at lata vera
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald