Uttanlands

EMA um AstraZeneca: Tryggari at koppseta enn at lata vera

Kortini kann ikki útihýsast at samband er millum koppsetingarnar og tilburðir av blóðtøppum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-03-18 21:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Evropeiski heiluvágsmyndugleikin hevur gjørt niðurstøðu um AstraZenea koppingarevni, og vissar nú um, at koppingarevnið frá framleiðaranum er trygt og munar.

- Hetta er ein trygt og munagott koppingarevni. Nevndin metir, at koppingarevni ikki økir um møguleikan fyri blóðtøppi, segði stjórin í EMA, Emer Cooke, á einum tíðindafundi í dag.

Hon sigur, at fyrimunirnir viga upp ímóti vansunum, og verjir fólk ímóti koronu, at verða innløgd og ímóti deyða.

Kortini kann tað ikki fyri vist útihýsast, at samband er millum koppsetingarnar av AstraZeneca og tilburðir av blóðtøppum, skrivar dr.dk.

Niðurstøðan kemur orsakað av at fleiri lond í ES hava upplivað illgrunasamar tilburðir við blóðtøppi eftir, at fólk eru blivin koppsett við koppingaevni frá AstraZeneca.

EMA mælir til, at geva sær serliga væl far um møgulig hjáárin hjá teimum persónum, sum eru blivin koppsett.

Danmark og 15 onnur ES-lond hava seinastu dagarnar fyribils steðga koppsetingini við AstraZeneca-vaksinuni, men eftir boðini frá evropeiska heilsumyndugleikanum, verður koppsetingin sett í gongd aftur. Longu í morgin fara Italia, Frakland og Týsland at koppseta við AstraZeneca-koppingarevni aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder