Komandi vikuskifti vitjar danska rútmiska kórið A Piece of Cake í Føroyum.
Kórið, sum hevur føroyska Julian Rasmussen sum kórleiðara, skal m.a. vitja kórið Glymur og hava eina felags konsert leygardagin 7. oktober.
Í A Piece of Cake eru 40 sangarar, og 32 av teimum eru við á ferðini. Sangskráin er fjølbroytt. M. syngja tey sangir hjá Lennon/McCartney, Thomas Buttenschøn, Sting, Coldplay og Andreas Odbjerg.
Glymur er eisini rútmiskt kór við umleið 30 sangarum. Glymur, ið er skipað undir Tórshavnar Kvøldskúlahevur Hans Olivur Joensen sum kórleiðara, og kórið fer seinni í sangárinum at hátíðarhalda, at kórið hevur heili 40 ár á baki, verður sagt í tíðindaskrivi.
Samstarvið millum kórini, sum eisini fara at framføra nøkur verk saman, er komið í lag gjøgnum Julian Rasmussen, ið er fyrrverðandi kórleiðari hjá Glymi. Hann arbeiðir nú sum organistur í Skalborg Kirke í Aalborg.
Konsertin verður, sum áður nevnt, leygardagin 7. oktober. Hon verður klokkan 17 í Hátúni á Tórshavnar Musikkskúla, Landavegur 84. Konsertin er ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald