Innanlands

Korona fær Apple og Google at samstarva

Kappingarneytarnir arbeiða saman um at menna eitt forrit, sum skal gera tað lættari at finna fram til smittukeldur

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2020-04-11 10:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stóru kappingarneytarnir Apple og Google fara nú at samstarva í stríðnum móti koronasmittuni.

Tøknirisarnir arbeiða nevniliga við at menna eitt tól, sum kann hjálpa, tá leitað verður eftir smittukeldum.

– Øll hjá Apple og Google halda, at har ongantíð hevur verið ein tíð, har tað er meira umráðandi við tøttum samstarvi fyri at loysa ein av mest álvarsamu trupulleikunum í heiminum, siga fyritøkurnar í einum felagsskrivi.

Endamálið við nýggja samstarvinum er at menna eitt forrit, har mann t.d. kann skráseta tað, tá mann hevur fingið staðfest koronasmittuna, og síðani fáa fólk, sum hava havt tætt samband við smittaða persónin, eina fráboðan á telefonini um hetta.

Sambært DR, fer hetta at rigga eins í øllum londum, av tí at stýriskipanin hjá Apple ella Google er installerað á 98 prosent av øllum fartelefonum í heiminum. Sostatt kann forritið enn finna fram til tey, sum ein hevur havt samband við, hóast mann er farin út at ferðast.

Apple og Google fara at syrgja fyri, at bæði iOS og Android-styriskipanin fara at kunna samskifta við hvørjaaðra uttan trupulleikar. Eisini undirstrika fyritøkurnar, at datatrygdin verður í lagi, og at mann ikki fer at deila upplýsingar, sum mann ikki hevur góðkent framanundan. Upplýst verður, at hendan deilingin av upplýsingum fer fram umvegs bluetooth.

Nýggja forritið væntast at verða klárt um fáar mánaðir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder