Innanlands

Korona herjar í Skúlanum við Løgmannabreyt

Skúlaleiðslan hevur í dag fingið boð um, at ein næmingur í 9. flokki er staðfestur positivur við koronu. Allir níggjundafloksnæmingar hava fingið boð um at lata seg kanna sum skjótast. Eisini er starvsfólk í frítíðarskúlanum testað positivt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-09-04 23:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Allir næmingar í 9. flokki í Skúlanum við Løgmannabreyt hava fingið boð um at lata seg kanna fyri koronu sum skjótast. Orsøkin er, at ein næmingur í 9. flokki hevur í dag fingið staðfest koronu.

Viðkomandi næmingur hevur ikki verið í skúla síðani týsdagin 31. august, sigur skúlin í fráboðan til næmingar og foreldur.

Umframt hetta, hevur eitt starvsfólk í frítíðarskúlanum fingið staðfest koronu, men helst er einki samband millum tilburðirnar. Her hava foreldur fingið boð frá frítíðarskúlanum um, at øll børn í fyrsta, øðrum og triðja flokki skulu lata seg kanna sum skjótast.

Skúlaleiðslan vil við hesum senda eina inniliga áheitan til allar næmingar, foreldur og onnur avvarðandi um at vera serliga varin komandi vikuna. Um næmingur hevur sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, verður hon/hann biðin um at vera heima og lata seg kanna, sigur Skúlin við Løgmannabreyt.

Fýra tilburðir av koronu vórðu staðfestir í gjár. Allir persónarnir eru smittaðir í Føroyum, tann eini er partur av kendari smittukeldu, men í trimum av førinum er smittukeldan ókend. Talið av smittaðum í løtuni er sjey.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder