Innanlands

Koronakreppan rakar donsku matstovuvinnuna hart

Tvey stjørnaða Michelin-matstovan, Kadeau, er farin á húsagang

(Mynd: Kadeau á Instagram)

(Mynd: Kadeau á Instagram)

2020-03-31 08:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Felagið, sum eigur víðagitnu matstovurnar Kadeau í Keypmannahavn og Bornholm er farin á húsagang orsaka av koronakreppuni. Umframt tær báðar stjørnumatstovurnar, rekur felagið eisini eitt hotell á Bornholm og fleiri aðrar matstovur. Øll dótturfeløgini eru drigin við í húsagangin, skriva danskir fjølmiðlar.

- Vit vóru noydd at tveita handklæðið í ringin. Henda kreppan rakti okkum sera hart júst nú, sigur stjórin í felagnum, Magnus Klein Kofoed.

Kadeau-konsernin hevur koyrt við stórum halli í fleiri ár. Seinastu trý roknskaparárini hevur felagið mist um 10 milliónir krónur eftir skatt.

Meðan koronakreppan hevur staðið á, hava starvsfólkini gingið við til at fara niður í løn. Men hetta var ikki nóg mikið, hóast hjálparpakkar frá stjórnini.

- Tað er eitt lívsverk, sum vit hava sæð vaksið í fleiri ár, sum nú er av. Og tað rakar okkum øll hart, sigur Magnus Klein Kofoed við miðilin Erhverv hjá jp.dk.

Kadeau í Keypmannahavn hevur tvær Michelin-stjørnur, meðan matstovan í Åkirkeby á Bornholm hevur eina stjørnu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder