Nýggjastu tølini hjá heilsumyndugleikinum yvir koronatølini vísa millum annað, at tann aldursbólkurin ,sum hevur flest smittaði, er 20-29 ár. Tað talið er 36. Tað er beint yvir 20 prosent av teimum samanlagt smittaðu. 618 fólk í hesum aldusbólkinum vóru kannaði, vístu tølini í gjár.
Í morgun varð kunngjørt, at tilsamans 169 hava fingið staðfest koronavorus í Føroyum.
Les meira: Tvey afturat fingið smittuna síðani í gjár - Sí tøl
Flest kanningar eru gjørdar av fólkum, ið eru millum 40 og 49 ár. Beint yvir 700 í hesum aldrinum eru kannaði, og 32 hava fingið staðfest smittuna.
Í gjáramorgunin vórðu 666 fólk kannaði í aldursbólkinum 30-39. Bert 18 av teimum hava fingið staðfest smittuna. 31 fólk í 50'árunum eru smittaðir.
23 fólk yvir 60 hava fingið staðfest covid-19 í Føroyum.
Beint undir 54 prosent av teimum sum hava fingið staðfest koronasmittuna í Føroyum eru konufólk. 46,15 prosent eru mannfólk. 57,69 prosent av teimum kannaðu eru kvinnur - 42,32 menn.
4.065 kanningar eru gjørdar í Føroyum, vísa tølini frá í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald