2020-05-04 15:04
Framyvir verða koronatølini dagførd um middagsleitið og ikki um morgunin, sum tey hava verið higartil, skrivar Heilsumálaráðið á heimasíðuna.
Hetta merkir, at samlaðu hagtølini yvir smittu, frísk, sóttarhald, kanningar, innløgd og deyð verða dagførd á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum og www.corona.fo um middagsleitið.
Næstu ferð nýggj koronatøl verða almannakunngjørd, verður sostatt í morgin um middagsleitið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald