Í Svøríki eru skúlar, barnagarðar, kirkjur, hárfríðkanarstovur, venjingarmiðstøðir matstovur, og onnur støð, har nógv fólk savnast framvegis opin.
Fyri stuttum fór hámarkið fyri, hvussu nógv kunnu savnast, frá 500 niður til 50, men tiltøkini eru als ikki tey somu sum í grannalondunum og í nógvum øðrum londum kring heimin.
Tað er ikki stjórnin, ið hevur ræðið yvir avgerðunum. Tað eru heilsumyndugleikar og serfrøðingar á økinum. Tað er seinastu tíðina víst á, at tað ikki er nakað prógv fyri at lata landamørk niður og fáa samfelagið so langt niður í ferð, sum millum annað Danmark hevur gjørt. Tað hava eisini verið atfinningar og undran vend frá svenskum serfrøðingum mótvegis tiltøkunum hjá dønum.
Hvat tann rætta tilgongdin er yvir longri tíð, veit eingin svarið uppá enn, men í løtuni eru tølini hækkandi í Svøríki. Týsdagin, í gjár, doyðu 34 fólk við koronavirusinum. Tað er hæsta talið higartil fyri eitt samdøgur. Samanlagt eru 180 deyð við koronavirusinum í Svøríki, og sambært woldometers hava 4,435 fingið smittuna í landinum. Tað er áleið tað sama sum í Noreg og næstan tvífalt so nógv sum í Danmark.
Tað eru nógv fleri álvarsliga sjúk í Svøríki enn í Noreg og í flestu øðrum londunum, og SVT og aðrir miðlar vísa nú á, at trýstið er stórt á sjúkrahúsini í m.a Stokkhólmi. Høvuðsstaðurin er hart raktur, og hevði í gjár 124 útav teimum 180 skrásettu deyðstilburðunum. Helmingurin av plássunum á inntensivu deild eru upptikin, og á Södersjukhuset høvdu tríggir læknar og tveir sjúkrasystrar við smittuni tørv á intensivari viðgerð.
Tann eini kann nú fara á vanliga deild aftur. Hini starvsfólkini skulu ikki kannast fyri smittuna - um tey eru smittuberarar. Mannagongdin við at bert fólk við sjúkueyðkennum skulu kannast, er eisini galdandi her.
Aftonbladet hevur fingið fatur á einum notati frá Region Stockholm. Har stendur, at innanfyri komandi vikuna verða eingin seingjarpláss eftir í Stokkhólmi til koronasjúklingar. 7. apríl er dagfestingin sum verður nevnt, men roknast kann við, at talið av smittaðum ikki nær hæddini fyri síðst í apríl. Hetta hevur við sær, at góðskan í sjúkrahúsverkinum helst fer niður.
Danska TV2 skrivar, at Svøríki er í gongd við at gera feltsjúkrahús, har smittaði kunnu verða.
---
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð við covid-19, veruliga eru deyð av hesum virusi. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini. Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald