Mentan

Kortspæl á mentanardøgunum í Sundalagnum

Skipað verður fyri bridgekapping í skúlanum við Streymin í annaðkvøld

2023-09-20 18:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í annaðkvøld, hóskvøldið, fara tey at spæla kort í prýðiligu hølunum í nýggja skúlanum við Streymin. Talan er kortspælið bridge, og tað er Eysturoyar Bridgefelag, ið skipar fyri tiltakinum í sambandi við mentanardagarnar í Sunda Kommunu.

Flestu føroyingar munnu kenna til sjavs og nógvar eru sjavskappingarnar kring landið. Skalt tú vinna eina sjavskapping, mást tú verða dugnaligur, men samstundis eisini fáa hampuliga góð kort. Í bridge eru kortini blandað frammanundan og skipað soleiðis, at øll borðini spæla við somu fordeiling av kortum. Eftir hvørt umfar verða úrslitini við øll borðini sammet, og pørini fáa stig í mun til hvussu onnur, ið spældu við somu kortum, kláraðu seg. Kortini tú fært, hava tí ikki á sama hátt ávirkan á, hvussu tú klárar teg, og tað ger bridgekappingar serstakliga spennandi. Úrslitini verða víst á stórskíggja soleiðis, at spælararnir ígjøgnum kvøldið, kunnu fylgja við hvussu tað gongur.

Kappingin verður nú hóskvøldið. Pørini verða styrkimett áðrenn kappingin byrjar, og vinningar verða lætnir til besta par og til tað parið, ið klárar seg best í mun til styrkimetingina. Higartil hava 26 fólk meldað til, men roknað verður við eini 30-40 luttakarum.

Áðrenn kappingin byrjar, verður høvi hjá óroyndum at fáa eitt sindur av kunning um bridgespæl, og kanska at taka okkurt spæli við eitt royndarborð. Fólk eru eisini vælkomin at hyggja meðan spælt verður. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder