Tað kemur at kosta Klaksvíkar kommunu áleið 600.000 krónur at frítaka foreldragjald fyri tann mánaðin
Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, við Kringvarpið í dag
- Vit siga, at tey skulu ikki nýta tilboðið, sum tit hava rætt til, og tí er eingin ivi um, at tey skulu pengarnar aftur. Fyri ein mánað kostar tað okkum áleið 600.000 krónur.
Klaksvíkar kommuna boðaði í gjár frá, at foreldur sum hava børn á dagstovnum í kommuni, ikki skulu gjalda fyri plássið/plássini á dagstovunum komandi tíðina, og at tað sum tey skuldu gjalda fyri farnu dagarnar, verður endurgoldið.
Les eisini: Klaksvíkar kommuna frítekur foreldur fyri foreldragjaldið
Orsaka av tiltøkunum móti koronavirusinum, er tað bert opið, so at tey sum av álvara hava tørv á tí, kunnu fáa ansing.
Jógvan Skorheim sigur, at námsfrøðingarnir ikki skulu verða raktir, at teir fáa løn, og at teir skulu vera tøkir – eisini at hjálpa á eldraøkinum í hesum tíðum. Foreldrini tó kortini skulu ikki gjalda fyri dagstovnatilboð
- Tá vit ikki vilja hava børn inn á dagstovnarnar í hesum tíðum, er hetta tað einasta, ið er tað rætta at gera.
Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu samanber støðuna við pedagogverkfalli í 2017, tá endurgjald varð givið fyri foreldragjaldið, tí tey ikki høvdu møguleika fyri ansing sum vanligt.
Í innslagnum hjá Kringvarpinum segði Dennis Holm, at tað er upp til tað einstaka kommunuøkið, hvat tey gera viðvíkjandi foreldragjaldið.
Formaðurin í stýrinum fyri Kommunufelagið segði tó eisini, felagið skal tosa við Landstýrið skulu í komandi viku tosa um íkomnu støðuna, tí tað ávirkar foreldur, børn og starvsfólk so nógv.
Les eisini: Kommunurnar ikki samdar um foreldragjaldið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald