Innanlands

Koyrdi 107 kilometrar um tíman í Hvalba

Ein bilførari missir koyrikortið fyri at koyra 107 kilometrar um tíman í bygdum øki

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-12-04 07:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsmorgunin klokkan hálvgum átta varð ein bilførari í Hvalba tikin fyri at koyra nógv skjótari, enn loyvt er, og tað kostaði honum koyrikortið.

Hámarksferðin í bygdum øki er 50 kilometrar um tíman, men hesin bilførarin koyrdi heilar 107 kilometrar.

Umframt treytaleysa frádøming av koyrikortinum, fær hann eisini eina bót, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum upplýsir, at seinasta samdøgrið annars hevur verið rættiliga friðarligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder