Innanlands

Koyrdi 112 km/t – Misti koyrikortið á staðnum

Tá løgreglan kannaði ferðsluna Við Áir í gjár, vórðu fýra mál skrivað

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2020-05-15 15:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár millum klokkan 16 og 20 var løgreglan úti og kannaði ferðsluna Við Áir. Í hesum sambandi vórðu fýra mál skrivað.

Í tveimum førum vóru tað billyktirnar, sum ikki vóru í lagi, og í tveimum førum var talan um bilførarar, sum koyrdu ov skjótt.

Ein koyrdi beint omanfyri 100 km/t, og tað fær hann eitt klipp í koyrikortið fyri. Hin førarin koyrdi 112 km/t, og misti hann sostatt koyrikortið á staðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder