Innanlands

Koyrdi 115 km/t

Í gjárkvøldið fekk ein bilførari eina treytaða frádøming fyri at koyra ov skjótt á Oyndarfjarðarvegnum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-10 08:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið var løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar Millum Fjarða og á Oyndarfjarðarvegnum, og tá var ein bilførari tikin fyri at koyra ov skjótt.

Viðkomandi, sum varð steðgaður á Oyndarfjarðarvegnum, koyrdi 115 km/t. Tað gevur eina treytaða frádøming, og skal viðkomandi sostatt upp til nýggja koyriroynd, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Lagt verður afturat, at seinasta samdøgrið annars hevur verið stak friðarligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder