2019-12-17 09:34
Beint eftir midnátt var løgreglan og gjørdi ferðmátingar. Av tí at tað var so hált, so vóru løgreglufólkini inni í Norðskálatunlinum við ferðmátaranum.
Her var ein bilførari tikin fyri at koyra ov skjótt. Bilurin bleiv máldur til at koyra 145 km/t, og bilførarin misti koyrikortið á staðnum.
Eisini var eitt ferðsluóhapp í gjárkvøldið um hálvgum ellivu tíðina við Norðskálatunnillin eystarumegin, har ein bilførari kom ov langt út í síðuna av vegnum, har hann fór út í krapan og misti tamarhaldi á bilinum og rendi á bilverjuna.
Eingin mannskaði var í hendingini, men bilurin fekk stóran skaða og mátti sleipast burtur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald