Innanlands

Koyrdi ávirkaður uttan koyrikort

Í gjárkvøldið vóru tvey ferðsluóhapp í Kollafirði, og í nátt varð ein tikin fyri rúsdrekkakoyring í Havn. Eisini hevur løgreglan fingið nakrar fráboðanir um smáar stormskaðar

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2020-02-15 11:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var fitt av vindi, og tað hevur elvt til nakrar skaðar, sigur løgreglan.

Tað var um middagsleitið fríggjadagin, at løgreglan fekk nakrar fráboðanir um vindskaðar. Eitt nú fekk ein bilur í Havn eitt sindur av skaða, tá hann varð raktur av onkrum, sum var fokið í vindinum. Talan hevur tó ikki verið um stórar skaðar.

Eisini legðist nógvur krapi á vegin, og var hetta helst orsøkin til tvey ferðsluóhapp í Kollafirði um klokkan 21 í gjárkvøldið.

Sum skilst var talan ikki um nakað álvarsamt, men í eina førinum vórðu tvey fólk koyrd á landssjúkrahúsið til kanningar. Um teir fingu álvarsligan skaða veit vaktleiðarin á politistøðini ikki at siga, men teir gramdu seg um pínu.

Náttin hjá løgregluni hevur annars verið stak friðarlig, og lítið av fólki hevur verið at sæð í náttarlívinum.

Tó varð ein bilførari í Havn tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka um eitt tíðina. Viðkomandi er tó ikki bert skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Tað vísti seg nevniliga, at hann heldur einki koyrikort hevði, tí tað hevði hann mist, og er hann sostatt eisini skuldsettur fyri at koyra í frádømingartíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder