Innanlands

Koyrdi ørt við Leynatunnilin

Hann var tikin fyri at koyra 160 km/t og missir koyrikortið

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-08-03 10:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan var í gjár úti við ferðmátaranum, og ymsastaðni vóru tað bilførarar, sum høvdu fótin heldur tungt á spitaranum.

Serliga var tað ein bilførari, sum koyrdi ørt. Hann koyrdi 160 km/t í Kollfjarðardali. Tað gevur treytaleysa frádøming av koyrikortinum umframt bót uppá 5000 krónur.

Á Fuglfjarðarvegnum var ein tikin fyri at koyra 106 km/t, og tað gevur klipp umframt bót.

Tvey mál vórðu skrivað á Høvdavegnum í Leirvík, har tað er loyvt at koyra 50 km/t. Har koyrdu tveir bilførarar ávikavist 83 km/t og 76 km/t. Tað gevur eisini klipp og bót.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder